Útlendingar verða ikki nóg væl integreraðir

Útlendingar verða ikki nóg væl integreraðir
Tey, sum eru komin úr landsynningsasia, klára seg væl í danska samfelagnum, men hjá øðrum gongst verri, sigur Margretha drotning
 
23.10.2016 - 10:44

Margretha drotning hevur nú fremstafingur á lofti, tá ið ræður um innflytarar og flóttafólk, sum ikki eru nóg væl integrerað í danska samfelagið.

- Eingin náttúrulóg sigur, at tú verður dani, um tú býrt í Danmark, sigur hon í samrøðubókini "De dybeste rødder," sum Thomas Larsen, journalistur á Berlingske, hevur skrivað.

- Vit hildu, at alt fór at laga seg av sær sjálvum. Drakk tú av kommunala vatninum í Keypmannahavn, og koyrdi tú í býbussinum, varð hildið, at tú sum fráleið gjørdist dani. Men soleiðis er tað ikki. Tað hava vit lært, sigur drotningin í bókini.

Hon sigur, at tey, sum komu úr landsynningsasia, hava klárað seg framúr væl í danska samfelagnum. Hjá øðrum hevur gingið verri at laga seg til danska samfelagið.

Eiga at taka væl ímóti

Samstundis gevur drotningin dønum boð um, at teir eiga at taka væl ímóti teimum, sum koma til Danmarkar.

Og danir eiga at duga betur at seta orð á tey virði og tær reglur, sum Dannmark byggir á.

- Duga vit ikki tað, er verri at siga øðrum tað. Viðhvørt er neyðugt at siga: Hatta gongur ikki, sigur Margretha drotning í bókini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652