Annika Olsen verður nýggjur borgarstjóri í Havn

bannari
09.11.2016 - 20:51
AktueltSamfelag
Annika Olsen verður nýggjur borgarstjóri í Havn
Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn skipa samgongu Tórshavnar býráð
 

Blekkið var ikki  meira enn gott og væl tornað á semjuni millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin um at skipa samgongu eftir býráðsvalið í Havn í gjár, so hálsaði Fólkaflokkurin um og skipaði samgongu við Tjóðveldi og Framsókn.

Afturfyri fær Fólkaflokkurin borgarstjóran, og Annika Olsen verður nýggjur borgarstjóri í Tórshavnar kommunu á nýggjárinum.

Teir tríggir flokkarnir hava havt tíðndafund um nýggju samgonguna.

Tjóðveldi, sum fekk fýra býráðslimir á valinum í Havn i gjár, er størsti flokkur í samgonguni, og flokkurin fær formansskapin í øllum nevndum uttan vinnunevndini. Fólkaflokkurin fær formanssessin í vinnunevndini og borgarstjóran.

Gunvør Balle í Tjóðveldi, sum er nývald, verður varaborgarstjóri. Hon sigur, at veljarin hevur valt kvinnur og tjóðskaparflokkar.

Á tíðindafundinum segði Annika Olsen, at hon ætlar at gera eina langtíðar íløguætlan fyri kommununa, og ætlanin er eisini at lækka skattin millum eitt hálvt og eitt prosent í valskeiðnum.

Nýggja býráðssamgongan fer harumframt at raðfesta eldraøkið, varð upplýst á tíðindafundinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. apríl
BREDDIN
123091
Týsdag 20. apríl
Óhoyrt
123085
Týsdag 20. apríl
LEITISSTEIN 19.04.2021
123084
Týsdag 20. apríl
Nón 20. apríl 2021
123082
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. apríl
3-2
123045
Sunnudag 18. apríl
Andakt við Beintu Áargarð
122973
Sunnudag 18. apríl
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
122971
Leygardag 17. apríl
Hondbóltur: VÍF - H71
122963