Vrakið selt fyri eina krónu

Vrakið selt fyri eina krónu
Eitt felag í Skálafirði hevur keypt Vesturland til upphøggingar
 
27.01.2017 - 11:45

Vrakið av garnaskipinum Vesturlandi er selt til upphøggingar fyri eina krónu.

Smápartafelagið 12.08.09 í Skálafirði hevur keypt vrakið frá Thor í Hósvík. Vesturland liggur á Skála.

Tryggingarfelagið avgjørdi, at tað loysir seg ikki at gera Vesturland aftur.

Tað kostar meira at gera skipið aftur enn tað er tryggjað fyri. Ti hevur Tryggingarfelagið Føroyar gjørt av, at skipið ikki verður umvælt.

Eldur kom í Vesturland um middagsleitið 7.januar, tá skipið royndi við gørnum vestur av Føroya Banka. 

Thor varðveitir veiðiloyvið hjá Vesturlandi, sum hevði loyvi at fiska svartkalva og havtasku við gørnum á føroysku landleiðunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652