Dortmund-yvirgangur samband við IS

Dortmund-yvirgangur samband við IS
Maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava staðið fyri yvirganginum móti leikarabussinum hjá fótbóltsliðnum Dortmund, hevur verið limur í IS í Irak
 
13.04.2017 - 10:07

Tað upplýsur týski ákærumynduleikin, skriva Ritzau og Reuters tíðindastovurnar.

Enn eru kortini ikki prógv fyri, at maðurin, ið er undir illgruna, framdi bumbusprongingarnar, sigur ákærin.

Maðurin kom til Týskland í fjør gjøgnum Turkaland.

Ákærumynduleikin heldur, at maðurin hevur havt samband við limir í IS, meðan hann hevur verið í Týsklandi.

Tað var týsdagin, at tríggjar sprongingar vóru á vegnum, tá ein bussur við leikarunum hjá Dortmund kom framvið. Liðið var á veg á ítróttarvøllin í Dortmund, har teir skuldi spæla móti Monaco í fjórðingsfinaluni í Champions League kappingini. Tvey fólk fingu skaða av sprongini, ein teirra var Dortmund spælarin Marc Bartra.

Dysturin varð útsettur til í gjár, og úrslitið gjørdist, at Dortmund tapti 3-2.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691