Maritimar útbúgvingar skulu raðfestast

Maritimar útbúgvingar skulu raðfestast
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur fingið álit um at dagføra sjóvinnupolitikkin
 
06.05.2017 - 08:52

Maritimar útbúgvingar eiga at verða raðfestar. Møguleiki eigur at verða fyri at taka skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingar á bachelor-stigi, og masterútbúgvingar í sjóvinnu eiga eisini verða fyrireikaðar.

Tað sigur arbeiðsbólkurin, sum varð settur at gera tilmæli um at dagføra sjóvinnupolitikkin og at orða eina maritima strategi fyri Føroyar.

Mælt verður til, at miðnámsskúlar og handilsskúlar bjóða lærugreinir í shipping og logistikki, og skipa styttri shippingútbúgvingar til tey, ið hava miðnám ella skrivstovuutbúgving. 

Skapa størstu virðisøking

Arbeiðsbólkurin sigur, at reiðaravirksemi, sum er staðsett í Føroyum, skapar størstu virðisøkingina til samfelagið. Tí er neyðugt at tryggja, at karmarnir eru kappingarførir bæði fíggjarliga og í dygd, so fleiri fara undir og leggja reiðararavirksemi í Føroyum. 

Føroyar eiga at fáa limaskap í Paris Mou, og marknaðarføringin av FAS-skipanini eigur at verða styrkt, tí tað hevur týdning at fáa fleiri skip í skipanina, sigur arbeiðsbólkurin. 

Í arbeiðsbólkinum sótu umboð fyri uttanríkis- og vinnumálaráðið, Reiðarafelagið fyri farmaskip, Sjóvinnustýrið, Faroese Maritime Union, Vinnuháskúlan, Mentamálaráðið og Fíggjarmálaráðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819