Føroyingar virknastir í øllum Evropa

02.06.2017 - 07:51
AktueltSamfelag
Føroyingar virknastir í øllum Evropa
85 prosent av øllum føroyingum, sum eru millum 15 og 74 ár, eru á arbeiðsmarknaðinum
 

Føroyingar eru tað fólkið í Evropa, sum er mest virkið á arbeiðsmarknaðinum. Tað vísa tøl hjá Hagstovuni, sum eru borin saman við evropeisk tøl.

Talan er um samanberingar millum 34 evropeisk lond.

Tølini vísa, at tilsamans 85 prosent av øllum føroyingum, millum 15 og 74 ár, eru á arbeiðsmarknaðinum.

Til sammetingar eru 83 prosent av íslendingum í sama aldursbólki á arbeiðsmarknaðnum. 

Tey londini, sum hava lægst vinnu-títtleika, eru Turkaland, sum hevur 54 prosent, og Italia og Kroatia við 57 prosentum.

Menn meira virknir

Í øllum londunum eru menninir meira virknir á arbeiðsmarknaðinum enn kvinnurnar. Í øllum førum, tá tað snýr seg um lønt arbeiði.

Í Føroyum eru 87 prosent av monnunum, í aldrinum 15 til 74 ár, virknir á arbeiðsmarknaðinum, meðan talið er 83 prosent fyri kvinnunar. Føroyar eru tað landið, sum hevur frægast javnstøðu á hesum øki.

Í Turkalandi hava tey størsta munin millum kynini, tá tað kemur til virksemið á arbeiðsmarknaðinum.

Bara 34 prosent av turkisku kvinnunum arbeiða úti, og talið hjá monnunum er 74 prosent, vísa tølini á heimasíðuni hjá Hagstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mai
Sært tú meg 2:3
139885
Mánadag 16. mai
3-2
139731
Sunnudag 15. mai
Andakt við Andriasi Magnussen
139652
Sunnudag 15. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
139650
Leygardag 14. mai
Stóri FM-dagurin
139646