Tók sjálvur avgerðina

28.06.2017 - 08:57
AktueltPolitikkur
Tók sjálvur avgerðina
Leiðslan í Tjóðveldi var ikki við í avgerðini um at bróta fráboðan floksins um, at eingin kann vera bæði í Løgtinginum og í Fólkatinginum í senn
Magni Arge er nú bæði løgtingsmaður og fólkatingsmaður. Men tað er ikki við vælsignilsi frá leiðslu floksins
 

Magni Arge er nú bæði løgtingsmaður og fólkatingsmaður. Men tað er ikki við vælsignilsi frá leiðslu floksins. Hann tók avgerðina einsamallur, segði hann í Degi og viku í gjárkvøldið

Tað er ikki lætt at fáa viðmerking frá leiðslu Tjóðveldis um hetta mál, sum eisini verður kallað brotið vallyfti. Formaðurin í landsstjórnini, Petur í Gong, svarar ikki telefonini.

SÍ EISINI Tjóðveldi brýtur vallyftið

Formaður floksins, Høgni Hoydal, vísir til næstforkvinnuna, Sirið Stenberg. Hon er uttanlands í løtuni, men í SMS-boðum til Útvarpið í gjár skrivaði hon, at í stuttum er støðan tann, at flokkurin ikki hevur broytt støðu um at vera í Fólkatinginum og Løgtinginum samstundis. 

Í verandi løtu eru vit í eini óhepnari støðu, tí fólkatingsskipanin ikki loyvir varafólki at fara í farloyvi, og fólkatingið er í summarfríi. Tí ber hvørki til at siga sessin í fólkatinginum frá sær ella at søkja um farloyvi nú, stendur í SMS-boðunum frá Sirið Stenberg.

Hon skrivar eisini, at flokkurin fer at viðgera og taka støðu til, hvussu hann kann tryggja, at vallyftið verður hildið, nú fortreytirnar eru broyttar. Tað verður gjørt, áðrenn fólkatingið kemur saman aftur, skrivaði Sirið Stenberg, næstforkvinna í Tjóðveldi, í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mai
Sært tú meg 2:3
139885
Mánadag 16. mai
3-2
139731
Sunnudag 15. mai
Andakt við Andriasi Magnussen
139652
Sunnudag 15. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
139650
Leygardag 14. mai
Stóri FM-dagurin
139646