Heilsustøðan hjá Heindriki er álvarslig

Heilsustøðan hjá Heindriki er álvarslig
Heilsustøðan hjá Heindriki prinsi er versnað munandi. Tað sigur danska kongshúsið í tíðindaskrivi til donsku miðlarnar
 
09.02.2018 - 08:06

Fríðrikur krúnprinsur, ið er í Suðurkora í samband við olympisku leikirnar, hevur brotið ferðina av og er á veg aftur til Danmarkar, sigur danska kongshúsið, sum annars ikki hevur aðrar viðmerkingar til málið.

Heindrikur prinsur, ið er 83 ára gamal, varð lagdur inn á Ríkissjúkrahúsið í januar mánaða. Læknar funnu ein svull á lungum hansara, sum tó vísti seg at vera góðkynjaður. Síðanu hevur Heindrikur prinsur millum annað fingið viðgerð fyri infektión í lungunum, sigur DR.

Í september í fjør upplýsti kongshúsið, at Heindrikur prinsur eftir drúgvar kanningar hevði fingið staðfest demens. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672