Er Gud til? Fimti hvør er ikki sannførdur

Er Gud til? Fimti hvør er ikki sannførdur
Teir allar flestu føroyingarnir trúgva á ein Gud ella á ein hægri mátt. Tað vísir ein nýggj kanning um trúgv og lívsáskoðan í Føroyum.
Nýggja kanningin avdúkar, at stórur munur er á økjunum kring landið í mun til trúgv og lívsáskoðan
 
15.02.2018 - 19:30

Kringvarpið hevur gjørt kanningina í sambandi við nýggju sjónvarpsrøðina ”Gud signi Føroyar”. Kanningin er gjørd í samstarvi við greiningarfyritøkuna Lóður. Hon varð gjørd á sumri í 2017, og 532 tilvildarliga vald fólk ímillum 15 og 75 ár luttóku.

Ein av spurningunum snýr seg um, hvussu nógvir føroyingar trúgva á ein Gud ella hægri mátt. Spurningurin í kanningini ljóðaði soleiðis:

Hvør av hesum útsagnum rakar tættast tí, tú trýrt:

1) Tað finst ein persónligur Guð

2) Tað finst ein hægri makt

3) Eg veit ikki, hvørjum eg skal trúgva

4) Eg trúgvi ikki, at tað er nøkur hægri makt ella nakar persónligur Guð

5) Eg veit ikki

Tann størsti bólkurin á 54 prosent svaraði, at tað finst ein persónligur Gud. 27 prosent svaraðu, at tað finst ein hægri makt. 7 prosent svaraðu, at tey ikki vistu, hvørjum tey skuldu trúgva. 10 søgdu seg ikki trúgva uppá nakran persónligan Gud ella nakra hægri makt. Og tvey prosent søgdu seg ikki vita.

Leggja vit tølini saman, so svara umleið 80 prosent av føroyingum, at tað finst antin ein persónligur Gud ella ein hægri makt, og umleið 20 prosent siga seg antin ivast ella siga seg ikki trúgva á nakra hægri makt ella nakran persónligan Gud.

Kanningin avdúkar eisini stórar munir ímillum økini í Føroyum. Í Norðoyggjum og í Eysturoynni svara í meðal 71 prosent, at tað finst ein persónligur Gud. Fyri høvuðsstaðarøkið er hetta talið nógv lægri. Her svara bara 44 prosent, at tað finst ein persónligur Gud. Fyri restina av landinum er hetta talið 48 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819