Skriva samkenslukvøðu

14.02.2018 - 13:14
AktueltSamfelag
Skriva samkenslukvøðu
Ríkisumboðið boðar í dag frá, at føroyingar kunnu skriva samkenslubræv, nú Heindrikur Prinsur er deyður.
 

Í samband við at Heindrikur prinsur er deyður, kunnu eisini føroyingar skriva samkenslubrøv. Tað skrivar Ríkisumboðið í tíðindaskrivi.

Frá í dag klokkan 13. til og við kórsetininga av Heindriki prinsi tann 20. februar er møguleiki at fara inn á skrivstovuna hjá Ríkisumboðnum, har til ber at skriva samkenslubræv.

Ríkisumboðsskrivstovan er opin hvønn dag frá kl. 10 til kl. 15. Harafturat verður opið leygardagin tann 17. februar frá kl. 10-12.

Allar samkenslukvøður verða latnar Kongshúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769