Flogfar dottið niður í Iran

Flogfar dottið niður í Iran
Eitt ferðafólkaflogfar hjá Iran Aseman Airline datt niður í Iran í gjár. 65 fólk vóru umborð, og hildið verður at eingin yvirlivdi vanlukkuna.
 
19.02.2018 - 10:19

BBC skrivar, at flogfarið datt niður í Zagros-fjøllunum í nógvum mjørka, og at nógvur vindur og kavi noyddi bjargingarlið at gevast við leitingini í gjárkvøldi.

Flogfarið var av slagnum ATR 72-500 og skuldi úr høvuðsstaðnum Teheran til Yasuj í útsynningspartinum av Iran. Tað datt niður seint seinnapartin í gjár, ein góðan tíma eftir fráferð.

Vanlukkustaðið er umleið 22 kilometrar frá Yasuj, skrivar BBC.

Tað hava verið nógvar flogvanlukkur í Iran tey seinastu árini, og iranski flogfarsflotin eldist.

Vegna altjóða revsitiltøkum í eini roynd at forða iransku kjarnorku-ætlanirnir, stríðist landið við at útvega eykalutir, ið skulu til fyri at halda flogførini við líka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585