Beinleiðis: Heindrikur prinsur kórsettur

Beinleiðis: Heindrikur prinsur kórsettur
Heindrikur prinsur verður kórsettur í slotskirkjuni á Christiansborg klokkan 10, okkara tíð, fyrrapartin. Kringvarpið samsendir við TV2 frá kl. 08
 
20.02.2018 - 08:09

Umleið 60 fólk fara at fylgja, familja og umboð fyri almenna Danmark, teirra millum Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og Pia Kjærsgaard, forkvinna í fólkatinginum.

Erik Normann Svensen, prestur hjá kongshúsinum, talar við jarðarferðina.

Hann kastar jørð á, og síðani verður kistan borin út.

Heindrikur prinsur vildi sjálvur, at líkið av sær verður brent.

Helvtin av øskuni verður stroydd í havið, og helvtin verður latin í eina urnu, sum verður sett í garðin á slottinum í Fredensborg.

Seinastu dagarnar hevur almenningurin havt møguleika at síggja kistuna við Heindriki prinsi í slotskirkjuni á Christiansborg, meðan prinsurin hevur ligið á castrum doloris, og umleið 20.000 fólk hava nýtt hetta høvi.

Sjónvarpið fer at senda frá kórsetingini í slotskirkjuni á Christiansborg nú klokkan átta.

Samsent verður við TV2.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819