Radarin: Á markamótinum millum politikk og átrúnað

Radarin: Á markamótinum millum politikk og átrúnað
Hvat er eitt kristið land? Kann kristnitrúgv fáa politiskar sersømdir? Er tað gott ella ringt fyri samfelagið, at føroyska trúarlívið er fjølbroytt?
Ovi Brim, Hans Andrias Sølvará og Sigri Gaini eru gestir í Radarinum hesa ferð
 
08.03.2018 - 10:52

Føroyar eru eitt kristi land, siga fleiri politikarar, og týdningurin av kristnitrúnni skal onkursvegna staðfestast í eini komandi stjórnarskipan.

Men hvussu kann eitt land vera kristið, og hvørjar sersømdir ella hvønn politiskan stuðul, skal kristnitrúgv í Føroyum kunna fáa?

Vit tosa við løgtingsfólk og seinni í sendingini skifta Ovi Brim, gudfrøðingur og prestur, Sigri M. Gaini, kandidatur í námsfrøðiligari heimspeki og Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og dekanur á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, orð um kristindóm í stjórnarskipanini, og um hvussu føroyskur kristindómur skal definerast.

Hoyr radarin her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585