KOKS hevur nú fingið øll loyvi

KOKS hevur nú fingið øll loyvi
Matstovan KOKS, sum herfyri varðveitti sína Michelinstjørnu, hevur fingið neyðugu loyvini til matstovu Frammi við Gjónna við Leynavatn
 
15.03.2018 - 19:40

19. januar boðaði KOKS frá, at matstovan, sum undanfarnu árini hevði verið í Kirkjubø, hevur fingið nýggja adressu. KOKS fór úr Kirkjubø til Leynavatn.

So kom røringur í. Fyrst hevði Tórshavnar kommuna onga umsókn fingið um, at matstova skuldi vera Frammi við Gjónna. Tað hevði Yvirfriðingarnevndin heldur ikki. Síðani gjørdi Føroya Sílaveiðufelag greitt, at tey ikki góðtóku, at KOKS fór at kokkast við Leynavatn. 

Tungur burður hjá KOKS, men nú hava bæði Yvirfriðingarnevndin og byggi-býarskipanarnevndin hjá Tórshavnar kommunu givið grønt ljós og KOKS letur tí upp sum ætlað 10. apríl. 

Búnaðarstovan manglar enn at hoyra ein bónda í málinum, men tann hoyringin broytir einki í málinum og tí gevur Búnaðarstovan KOKS grønt ljós, sigur Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585