Meirilutin í vanda

bannari
Meirilutin í vanda
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur boðað løgmanni frá, at samgongan skal fyribils ikki rokna við atkvøðuni hjá sær til pensjónsnýskipanina
 
27.03.2018 - 11:16

Kári P. Højgaard, sum ikki vildi gera samrøðu við Kringvarpið í dag, sigur, at hann heldur lítið um gongdina í løtuni, har almenn arbeiðspláss flyta úr Eysturoynni og eingi koma í staðin.

Seinasta dømi, ið Kári P. Højgaard vísir til, er eitt virknis- og tilhaldsstað við 10 starvsfólkum, ið hevur verið í Norðragøtu, men sum nú er flutt til Klaksvíkar.

Avtalubrot

Kári P. Højgaard sigur, at samgongan hevði sett sær sum mál at arbeiða ímóti miðsavnan, men eftir hansara tykki miðsavnast almenn arbeiðspláss í stóran mun har, sum onnur almenn arbeiðspláss eru frammanundan.

Kári P. Højgaard sigur, at ein fortreyt fyri, at hann kundi taka undir við pensjónsnýskipanini saman við samgonguni var, at henda gongdin ikki skuldi halda fram, og at onkur almennur stovnur og almenn arbeiðspáss skuldi flytast inn í Eysturoynna, har avmarkað alment virksemi er frammanundan.

- Tað vísir seg ikki at verða so og tað haldi eg verða eitt avtalubrot. Tí skal samgongan fyribils ikki rokna við atkvøðuni hjá mær, og tað havi eg boðað løgmanni frá, sigur Kári P. Højgaard.

Meirilutin í vanda

Løgtingsmaðurin úr Sjálvstýri sigur seg ikki hava sett nøkur krøv til løgmann um, hvat hann skal gera. Hann hevur heldur ikki sett nakra freist á, nær løgmaður skal venda aftur til sín.

Við tí hevur samgongan mist eina atkvøðu og harvið er meirlutin fyri nýskipanini í vanda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858