Óli Mortensen silvur á 1500 metrum

Óli Mortensen silvur á 1500 metrum
Ungi havnamaðurin vann í dag silvur og setti samtundis persónligt met. Fleiri aðrir føroyingar hava eisini verið í hylinum hetta vikuskiftið
Mynd: Rógvi Langgaard  
 
14.04.2018 - 18:17

Um vikuskiftið er stóra svimjistevnan, Danish Open, á skránni í Bellahøj Svømmestadion. Teir báðir, Alvi Hjelm og Óli Mortensen, eru einastu føroysku svimjararnir, sum eru við í ár.

Óli Mortensen hevur í kvøld svomið 1500m frí. Hann gjørdist nummar tvey við tíðini 15:31.75. Hetta var samstundis klárt besta tíðin hjá Óla á 1500m á langgeil. Heili seks sekund kláraði hann at taka av gamla metinum.

Havnamaðurin var eisini í hylinum hóskvøldið, og tá eydnaðist honum at vinna silvur í 800m frí. Hann kom á mál við tíðini 8:11.77. Hetta er næstbesta tíðin hjá Óla nakrantíð á 800 metrum.

Alvi Hjelm ikki nøgdur

Fríggjakvøldið svam hin føroyingurin, Alvi Hjelm, 400m blandað. Hann gjørdist nummar fýra við tíðini 4:31.50.

Undan kappingini hevði Alvi sett sær fyri at taka gamla metið hjá sær, ið er 4:30.17. Hetta eydnaðist tó ikki, men hóast Alvi ikki slapp á sigursskammilin hesaferð, so er hetta besta tíðin hjá honum í tvey ár.

Ungi klaksvíkingurin legði annars væl frá landi og var heilt frammi í oddinum fyrstu løtuna. Seinastu 100 metrarnar dragnaði hann og kláraði ikki at fylgja við Jacob M. Jørgensen, ið smurdi alt av við tíðini 4:26.36.

Leygarmorgunin svam Alvi innleiðandi til 200m, men tað eydnaðist honum ikki at koma við í A-finaluna. Í B-finaluni kláraði Alvi tó at gerast fremstur og kom á mál við tíðini 2:09.12 .

Heiðursmerki í Bergen Swin Festival

Restin av føroyska svimjilandsliðnum skuldi er ætlan eisini vera við í Danish Open, men valdu, vegna eitt møguligt verkfall at fara til Bergen Swim Festival ístaðin.

Fríggjakvøldið vann Signhild Joensen gull í 50m rygg. Og Vár Eidesgaard vann gull fyri juniorar á 100m frí.

Fyrr í dag hevur Vár Eidesgaard aftur gjørt vart við seg og vunnið gull í 50m metrum firvald. Samstundis setti hon nýtt føroyskt juniormet við tíðini 28.44.

Eisini Rókur Trygvason setti nýtt føroyskt juniormet í 100m bringu, tá hann kom á mál við tíðini 1:06.14.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887