Danska váðaráðið herðir kapitalkrøvini

Danska váðaráðið herðir kapitalkrøvini
Systemiska Váðaráðið í Danmark hevur gjørt av, at kapitalkrøvini til føroysku peningastovnarnar skulu herðast.
 
18.04.2018 - 09:28

Systemiska Váðaráðið í Danmark hevur gjørt av, at kapitalkrøvini til føroysku peningastovnarnar skulu herðast.

Talan er um sokallaða skipanarliga buffaran, sum í løtuni er 1 %, men hann skal setast upp á 2 % 1. januar 2019 og upp á 3 % frá 1. januar 2020.

Endamálið er at gera peningastovnarnar meira mótstøðuførar fyri stóru sveiggjunum, sum søguliga eru í føroyska búskapinum.

Í fráboðan sigur danska váðaráðið, at føroyska váðaráðið er hoyrt í sambandi við nýggju kapitalkrøvini.

Skipanin er so, at danski vinnumálaráðharrin hevur skyldu til innan tríggjar mánaðir annaðhvørt at gera sum váðaráðið mælir til, ella at greiða frá, hví tilmælið møguliga ikki verður fylgt.

Umboðini fyri danska vinnumálaráðið hava ikki atkvøðurætt í tiltøkum, sum Váðaráðið mælir til, og sum eru vend móti stjórnini. Í fráboðanini frá Váðaráðnum stendur, at danska stjórnin nú bíðar eftir, hvørja støðu landsstýrið hevur til tilmælið, áðrenn endalig støða verður tikin.

Váðaráðið skrivar í sínum grundgevingum fyri at krevja betri fíggjarliga bjálving av peningastovnunum, at føroyski búskapurin er lítil og opin, og hevur ein vinnuligan bygnað, sum næstan bara byggir á fiski- og alivinnu. Hetta ger, at føroyski búskapurin er viðbrekin fyri fíggjarligum nevsum, sum beinleiðis og óbeinleiðis kunnu elva til tap í peningastovnunum og gera sveiggini í real-búskapinum størri.

Ráðið heldur, at ein størri buffari - ella betri fíggjarlig bjálving - kann viga upp móti hesum veikleikunum í føroyska búskapinum, og at hetta fer at hava størri fíggjarligt støðufesti við sær.

Váðaráðið sigur, at flestu føroysku peningastovnarnir fara at klára øktu kapitalkrøvini uppá 3 prosent, og at tað eisini er lættari hjá teimum nú tíðirnar eru so góðar fíggjarliga. Ráðið skrivar, at minsti peningastovnurin, sum er Suðuroyar Sparikassi, skal økja sítt kapitalprosent.

Kortini er talan ikki um harða treyt, sigur Váðaráðið og greiðir frá, at um peningastovnar ikki halda nýggju krøvini, so missa teir ikki sítt bankaloyvi. Men so er kravið, at viðkomandi peningastovnur ístaðin letur Fíggjareftirlitinum eina ætlan um, hvussu pengarnir so skulu fáast til vega. Eisini kunnu avmarkingar verða lagdar á viningsbýti og bonus-útgjøld. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691