Flogskipararnir misnøgdir við umstøðurnar

Flogskipararnir misnøgdir við umstøðurnar
- Umstøðurnar, heldur enn lønin, er trupulleikin, sigur Símun Absalonsen, semingsmaður, um ósemjuna millum flogskipararnar og arbeiðsgevarnar
 
28.04.2018 - 13:36

- Arbeiðsgevararnir góðtóku semingsuppskotið, meðan flogskipararnir vrakaðu tað.

Tað sigur Símun Absalonsen, semingsmaður, sum legði eitt nýtt semingsuppskot fyri arbeiðsgevararnar og flogskipararnar hjá Atlantic Airways fyri tveimum døgum síðan.

- Flogskipararnir eru ikki nøgdir við arbeiðsumstøðurnar, sum teir hava. Tað er ikki eins nógv lønin, sum hitt (arbeiðsumstøðurnar, red), sum er trupulleikin, sigur Símun Absalonsen. 

Johan Vágadal, formaður í Flogskiparafelagnum, segði við útvarpið 17. apríl, at flogskipararnir krevja heldur betri arbeiðsumstøður, so sum skipaða frítíð.

Flogskipararnir vrakaðu eisini fyrsta semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar 16. apríl.

Partarnir hava 14 daga freist at boða frá arbeiðssteðgi.

Men so leingi sum semingsstovnurin er í málinum, er ikki vanligt at boða frá arbeiðssteðgi, sigur Símun Absalonsen.

Semingsmennirnir hava ikki uppgivið semingsstøðuna enn, sigur Símun Absalonsen.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010