Flogskiparar gjørt sáttmála fyri næsta árið

Flogskiparar gjørt sáttmála fyri næsta árið
Báðir partar góðtóku triðja semingsuppskotið í nátt
Einki verkfall verður hesaferð. Sáttmáli er gjørdur til 31.mars 2019.
 
01.05.2018 - 06:58

Flogskiparafelagið og Arbeiðsgevarafelagið gjørdu nýggjan sáttmála í nátt.

Triðja semingsuppskotið hjá Semingsstovninum bar á mál. 

Semingsstovnurin handaði pørtunum beint eftir midnátt semingsuppskotið, sum báðir partar tóku undir við.

Eitt ár

Talan er um ein eitt árs sáttmála, sum er galdandi frá 1 .apríl í ár til 31. mars næsta ár.

Lønarhækkingin er 2,3 %, og flogskipararnir hava fingið tillagingar í arbeiðsskipanini.

Flogskiparafelagið vrakaði hini bæði semingsuppskotini, annað leygardagin í síðstu viku og hitt 16. apríl.

Flogskiparar vildu hava galdandi arbeiðsskipan broytta - tað er, hvussu arbeiðsdagar, frídagar og frítíð verða løgd til rættis gjøgnum árið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652