B36 til Gibraltar og KÍ til Malta

B36 til Gibraltar og KÍ til Malta
B36 skal spæla í móti St Joseph í Gibraltar í Evropa League, meðan mótstøðuliðið hjá KÍ verður Birkirkara í Malta. 
 
12.06.2018 - 12:14

Nú er greitt, hvussu tey bæði føroysku liðini í fyrsta umfari í Evropa League skulu spæla.

Lutakast hevur júst verið, og B36 skal spæla í móti St Joseph í Gibraltar í Evropa League, meðan mótstøðuliðið hjá KÍ verður Birkirkara í Malta. 

B36 leggur fyri á heimavølli móti St Joseph, meðan KÍ skal til Malta.

Fyrru dystirnir verða 28. juni.

5. juli fer B36 so til Gibraltar at spæla seinna dystin, meðan KÍ tekur í móti maltesiska liðnum í Føroyum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819