ES og Japan hava gjørt fríhandilsavtalu

18.07.2018 - 07:56
AktueltÚtheimurin
ES og Japan hava gjørt fríhandilsavtalu
Hetta er størsta fríhandilsavtala hjá ES higartil, og hon ber í sær eitt fríhandilsøki, sum fevnir um nærum triðingin av heimsins bruttotjóðarúrtøku
Um fyri ES og forsætisráðharrin í Japan, Shinzo Abe, skriva undir Fríhandilsavtaluna.
Mynd: © Scanpix  
 

ES og Japan hava eftir drúgvar samráðingar skrivað undir umfatandi fríhandilsavtalu.

Hetta er størsta fríhandilsavtala hjá ES higartil, og hon ber í sær eitt fríhandilsøki, sum fevnir um nærum triðingin av heimsins bruttotjóðarúrtøku. 

Avtalan verður undirskrivað í eini tíð, har bæði Evropa og Japan eru rakt av nýggjum tolli, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur gjørt av at seta í verk.

- Vit senda greiðan boðskap um, at vit standa saman móti verjutollinum, sigur forsetin í ES, Donald Tusk. 

Umframt fleiri toppfundir í ES, var japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, eisini við, tá avtalan varð undirskrivað.

Londini hava eisini gjørt avtalu, sum ger tað lættari hjá fyritøkum at flyta upplýsingar millum ES og Japan.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Nón 30. mars 2020
106983
Mánadag 30. mars
Norðurljóð 30.mars 2020
106802
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Havnar kirkju
106924
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Andakt við Ove Froyseth
106934
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Havnar kirkju
106923
Fríggjadag 27. mars
Studio71 - 5 dokumentarar
106848
Hósdag 26. mars
Korona konsert við Bárði á Lakjuni
106790
Hósdag 26. mars
Norrøna
106783