Einki oljuleitiloyvi útskrivað

Einki oljuleitiloyvi útskrivað
Fjórða útbjóðingarumfarið, sum endaði 17. februar í ár, endaði við, at Jarðfeingi ikki útskrivaði nakað leitiloyvi. 
 
23.07.2018 - 14:04

Oljan er ikki slept enn, og vit mugu varðveita ta vitan, vit hava fingið okkum higartil.

Og Jarðfeingi er týðandi stovnur í samfelagnum, og hann hevur nógv annað at takast við enn kolvetnini í undirgrundini. 

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Hann sigur, at ikki er greitt enn, um játtanin til Jarðfeingi í fíggjarlógini næsta ár verður minni enn í ár.

Poul Michelsen sigur, at sjálvandi noyðist Jarðfeingi at laga seg eftir umstøðunum, og tað hevur stovnurin longu gjørt, hevur landsstýrismaðurin skilt. 

17 fólk eru á starvsfólkalistanum á heimasíðuni hjá Jarðfeingi.

Fjórða útbjóðingarumfarið, sum endaði 17. februar í ár, endaði við, at einki leitiloyvi varð útskrivað. 

Jarðfeingi metir høvuðsorsøkina til lítla áhugan vera, at oljuvinnan ikki er komin í gongd við leitivirksemi aftur eftir kreppuna í vinnuni, sum kom í kjalarvørrinum á stóra prísfallinum á olju í 2014. 

Jarðfeingi arbeiðir nú við sokallaðari "open door" skipan. Tað vil siga, at oljufeløg kunnu søkja um at leita, tá tey hava hug til tess og brúk fyri tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652