Spanskar neyðtøkulógir endurnýggjast

Spanskar neyðtøkulógir endurnýggjast
Fyri slakari viku síðani lovaði spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, at broyta elligomlu og útholaðu neyðtøkulóggávuna í Spania
Málið í 2016, har fimm menn misbrúktu eina gentu, elvdi til mótmælisgongur á gøtunum í Spania. Nú verða lógirnar endurnýggjaðar.
 
25.07.2018 - 12:52

Miðvinstrastjórnin í Spania hevur lovað at endurnýggja lógirnar, sum eru galdandi í sambandi við neyðtøku. 

Fyri slakari viku síðani lovaði spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, at broyta elligomlu og útholaðu lóggávuna.

Spanski ráðharrin í javnstøðumálum sigur í sama viðfangi, at eitt ja merkir ja, eitt nei merkir nei, og ikki at siga ja, merkir eisini nei. 

Javnstøðuráðharrasessurin er nýggjur, og Sanchez hevur sett tað ráðið á stovn. 

Sambært verðandi spanskari lóg, kanst tú ikki dømast fyri neyðtøku, um ikki harðskapur ella hóttan um harðskap hevur verið.

Holini í lógini komu týðiliga til sjóndar í nógv umrødda málinum undir festivalinum í Pamplona í 2016.

Tá vórðu fimm menn dømdir fyri kynsliga at hava misnýtt eina 18 ára gamla kvinnu, men ikki fyri neyðtøku. Í verjurøðu síni søgdu mennnir, at kvinnan hevði latið ein av monnunum kyssa hana innan sjálva neyðtøkuna. 

Verjin hjá monnunum vísti eisini sjónbandaupptøku, sum menninir høvdu tikið av misnýtlsuni. Á sjónbandinum sæst kvinnan blunda og liggja pinna still.

At hon einki gjørdi um seg er, sambært verjanum, prógv fyri, at hon var við uppá tað, sum hendi.

Menninir hava kært dómarnar til hægsta rætt. Ákæruvaldið kravdi 20 ára fongsul, teir vórðu dømdir níggju ára fongsul.

Spania fer altso nú at lóggeva um samtykki, sum merkir, at eitt nei ikki er treytin fyri, um gerningsmaðurin kann dømast.

Slík lóggáva er longu í Týsklandi, sum herdi seksuallóggávuna longu í 2016. Eisini finst lóggávan í Svøríki, sum herdi lógirnar í byrjanini av hesum mánaðinum.

Henda lóggávan hevði merkt, at teir fimm minninir, sum vórðu handtiknir fyri at hava neyðtikið eina 18 ára gamla kvinnu, høvdu verið dømdir fyri neyðtøku og ikki eftir linu lógini um kynsliga misnýtslu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691