Sleppa kanska at skeinkja sterkt gerandisnætur

27.07.2018 - 11:19
AktueltSamfelag
Sleppa kanska at skeinkja sterkt gerandisnætur
Matstovulógin, sum er til hoyringar til 20.august, setur halgidagslógina úr gildi viðvíkjandi afturlatingartíðum
Skeinkistað í Havn.
 

Kommunur kunnu seinni í ár gera av, at til ber at skeinkja sterkt til klokkan trý korter til tvey um náttina, eisini mánanátt, og hava opið til klokkan tvey.

Markið er annars nú á midnátt.

Leygarnátt og sunnunátt er loyvt at hava opið til klokkan fýra og skeinkja til klokkan trý korter til fýra. 

Tað verður ikki broytt í uppskotinum um matstovulóg, sum Vinnumálaráðið hevur sent til hoyringar.

Í uppskotinum stendur, at matstovur og skeinkingarstøð, har sum almenningurin hevur atgongd, skulu sunnudag til hósdag vera afturlatin millum midnátt og klokkan fimm morgunin eftir.

Kommunan eigur avgerðina

Men kommunan kann tó gera av at leingja upplatingartíðina til klokkan tvey um náttina. 

Við serlig høvi, so sum nýggjársaftan, á føstulávint, á ólavsøku og á summarstevnum, kann kommunan loyva, at vikið verður frá afturlatingartíðunum.

Vinnumálaráðið sigur, at kommunurnar kundu hugsað sær at víðka upplatingartíðirnar gerandiskvøld, serliga um summarið. 

Tá nýggja lógin kemur í gildi, er ætlanin at strika greinina í halgidagslógini um afturlatingartíðir, tí hon verður ikki handhevjað kortini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769
Fríggjadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænasta í Havnar kirkju.
142767
Hósdag 28. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142750