Faroe Petroleum funnið meira olju enn væntað

Faroe Petroleum funnið meira olju enn væntað
Faroe Petroleum hevur funnið meira olju enn væntað varð, og fyritøkan minkar samstundis vónirnar til ársins framleiðslu.
 
08.08.2018 - 16:38

Faroe Petroleum hevur funnið meira olju enn væntað varð. Tað skrivar norski vinnumiðilin á netinum, Sysla, sum samstundis leggur afturat, at Faroe Petroleum hevur minkað vónirnar til ársins framleiðslu.

Í einari dagføring fyri fyrra hálvár 2018 eru fleiri góð ting at finna hjá Faroe Petroleum, sambært Sysla.

Eftir at hava eftirmett úrslitini frá leitibrunninum við Iris/Hades í Norðurhavinum, hevur Faroe Petroleum økt metingina av fundinum til at vera millum 63 og 322 milliónir føt. Tá fundið varð gjørt fyrr í ár, var metingin millum 38 og 245 milliónir føt.

Faroe Petroleum sigur, at hóast felagið eisini hevur selt burturav fyrra hálvár, økist tilfeingið hjá Faroe Petroleum við 44 %, sambært felagnum sjálvum.

Samstundis væntar Faroe Petroleum, at fleiri tíðindi koma frá Iris/Hades. Avgjørt er at bora ein avmarkingarbrunn sunnanfyri, sum kann vátta støddina á fundinum.

Fyrra hálvár var framleiðslan í miðal 12.402 føt um dagin. Næsta hálvár hevur Faroe Petroleum broytt framleiðsluvæntanirnar til millum 12.000 og 14.000 um dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887