Formansskapurin ósamdur um døgurða á kongsskipinum

Formansskapurin ósamdur um døgurða á kongsskipinum
Formansskapurin í Løgtinginum er ikki á einum máli, um løgtingsformaðurin eigur at fara umborð á Dannebrog at eta døgurða.
 
21.08.2018 - 08:33

Løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu fer ikki umborð á kongsskipið Dannebrog, har krúnprinsurin og krúnprinsessan hava boðið tingmonnum og embætisfólki til døgurða leygarkvøldið.

Orsøkin er, at tað gongur hansara tjóðskaparligu sannføring ov nær, tá danska kongshúsið bjóðar seg fram sum vert í Føroyum.

- Eg eri ein føroyskur lýðveldismaður, og sum fólkavaldur er ein av allar størstu uppgávum at vera trúgvur ímóti tínari sannføring, uttan mun til hvat trýst tú verður settur undir, ella hvørjar freistingarnar kunnu vera, grundgevur Páll á Reynatúgvu, sum also ikki fer til døgurðan, sum krúnprinsurin og krúnprinsessan skipa fyri í Føroyum.

Tað er ein skeiv avgerð, heldur Edmund Joensen, sum er fyrrverandi tingformaður og situr í formansskapinum nú.

Hann skrivar í tíðindabrævi, at løgtingsformaðurin hevur hægstu tign, og hann hevur skyldu at umboða Løgtingið í einum og øllum.

Tað hoyrir ongastaðni heima, at Páll av Reynatúgvu noktar at umboða Løgtingið, tí hann av síni egnu politisku hugsan hevur okkurt ímóti kongshúsinum, heldur Edmund Joensen.

- Hetta tykist at vera nakað, sum als ikki hevur nakra rímiligheit yvir fyri Løgtinginum, tí formaðurin hevur skyldu at umboða Løgtingið hvørja ferð, skrivar Edmund Joensen, sum er tingmaður fyri Sambandsflokkin og partur av formansskapinum hjá Løgtinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887