- Stórar íløgur mugu gerast

bannari
21.08.2018 - 09:12
AktueltVinna
- Stórar íløgur mugu gerast
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, sigur, at menningarmøguleikarnir hjá Bakkafrosti eru stórir, men tað krevur stórar íløgur.
 

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti fyri fyrsta hálvár í 2018 var 676 milliónir krónur. Hetta er minni enn í fjør, tá úrslitið gjørdist 120 milliónir krónur betri.

Bakkafrost hevur í dag kunngjørt úrslitið fyri annan ársfjórðing í ár.

Bakkafrost tók 12.902 tons av laksi í øðrum ársfjórðingi, í øðrum ársfjórðingi í fjør tók Bakkafrost 18.402 tons.

Rakstrarúrslitið hjá alideildini var 393 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi í ár.  Í fjør var tað 489 milliónir krónur. 

Havsbrún hevði 66 mió. kr. í vinningi í øðrum ársfjóðingi í ár, í øðrum ársfjórðingi í fjør var úrslitið 48 mió. kr.

Nýggj íløguætlan fyri árini 2018 til 2022 er gjørd. Í hesum tíðarskeiði væntar Bakkafrost at gera íløgur fyri tríggjar milliardir krónur. 

- Alivinnan hevur ment seg ómetaliga nógv, síðani hon byrjaði í Føroyum. Vit síggja framhaldandi stórar menningarmøguleikar fyri framman, og fyri at hesir møguleikar skulu blíva til veruleika, mugu stórar íløgur gerast, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769