Tríggir fáa leikbann

Tríggir fáa leikbann
Kappingarnevndin hevur gjørt av at geva Benjamini Heinesen, Fróða Clementsen og Heðini Weihe leikbann eftir rokið í steypafinaluni.
 
31.08.2018 - 09:43

Kappingarnevndin hjá Fótbóltbssambandinum hevur kannað rokið í steypafinaluni síðsta leygarkvøld. Málið varð tikið upp til nærri viðgerð, eftir at dómarafrágreiðingin varð gjøgnumgingin, og kappingarnevndin hevur gjørt av at geva leikbann til bæði liðini.

Feløgini verða revsað fyri hendingina stutt áðrenn vanliga leiktíðin var farin, tá bæði leikarar, venjarar og liðleiðarar úr báðum liðum fóru til hendurs. Kári á Høvdanum, dómari í steypafinaluni, gav Benjamin Heinesen reytt kort. Fróði Clementsen, hjálparvenjari hjá B36 og Heðin Weihe, liðleiðari hjá HB blivu harafturat burturvístir. 

Kappingarnevndin hevur gjørt av at revsa feløgunum fyri hendingina, og allir tríggir hava fingið leikbann. 

Benjamin Heinesen hjá B36 fær leikbann í tveir dystir. Hjálparvenjarin hjá B36, Fróði Clementsen, og liðleiðarin hjá HB, Heðin Weihe fáa ein dyst leikbann.

Sambært in.fo fær Robert Heðin Brockie eisini ein dyst leikbann. Hetta var tó ikki orsakað av klandurstøðini, men kemst av aðrari støðu í seinna hálvleiki, tá Robert Heðin Brockie fekk reyða kortið. 

Samandráttur av steypafinaluni sæt her: 

steypafinalasamandrattur26082018
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851