Pensjónistar í Føroyum fjølgast

Pensjónistar í Føroyum fjølgast
Seinastu fýra árini eru komnir yvir 900 fólkapensjónistar afturat í Føroyum
 
21.09.2018 - 17:37

Síðani 2014 er talið vaksið 13 prosent. Hetta eru fólk, sum eru 67 ár ella eldri.

Hetta stendur í viðmerkingunum um uppskotið um eykajáttanarlóg, sum kom í tingið úr Fíggjarmálaráðnum mikudagin.

Somu tíð, tað er síðani 2014, eru 3.000 fólk fleiri í Føroyum, og 4.000 fleiri løntakarar eru.

Stóri fólkavøksturin ger, at eftirspurningurin eftir tænastum frá heilsuverkinum og almannaverkinum veksur, og tí er brúk fyri fleiri pengum har.

Landssjúkrahúsið skal hava 10 milliónir krónur afturat til milllum annað serviðgerðir uttanlands.

Heilsutrygd skal, sambært uppskotinum um eykajáttanarlógini, hava fýra milliónir krónur aftuat til millum annað kommunulæknar, heilivág, serlæknar og hjálpiráð.

Inntøkurnar hjá landskassanum vaksa tó eisini, tí fleiri arbeiða. Landsskatturin og aðrar inntøkur eru higartil í ár sjey prosent størri enn solmu tíð í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585