Magni Mohr fekk ársins Miðlaheiðursløn

Magni Mohr fekk ársins Miðlaheiðursløn
Á Vísindavøkuni varð kunngjørt, at Magni Mohr fekk ársins miðlaheiðursløn fyri framúr góða almenna miðling av gransking.
Magni Mohr og Jón Brian Hvidtfeldt.
Mynd: Gransking.fo  
 
30.09.2018 - 10:05

Hetta er sættu ferð, at Granskingarráðið lat heiðurslønina fyri framúr góða almenna miðling av gransking. Hesa ferð gjørdist vinnarin Magni Mohr, skrivar gransking.fo

Ein dómsnevnd valdi millum tey uppskot, sum vóru komin inn. Hon er sett saman av einum umboði fyri Føroysk Miðlafólk, einum umboði fyri Fróðskaparsetrið og einum umboði fyri Granskingarráðið. Hesi eru Jón Brian Hvidtfeldt, Anna Katrin Matras og Dagmar Joensen-Næs.

Jón Brian Hvidtfeldt avdúkaði at Magni Mohr fekk ársins heiður. Í grundgevinigi stóð millum annað, at Magni Mohr á fyrimyndarligan hátt leyk tey trý krøvini til heiðurslønina, sum vóru miðling á einum høgum stigi til ein breiðan skara, íkast til at økja fatanina av gransking í samfelagnum, og fangandi og kjakkveikjandi miðling.

Magni Mohr er granskari, rithøvundur og ítróttarserfrøðingur. Hann er útbúgvin cand. scient í ítrótti og hevur ph.d. frá Københavns Universitet. Hann hevur starvast sum granskari á universitetum í Danmark, Svøríki og Onglandi og varð í mai 2014 settur í starv á Fróðskaparsetri Føroya sum lektari í heilsuvísindum. Magni hevur eisini verið knýttur at venjaratoyminum hjá Juventus, Chelsea og danska fótbóltslandsliðnum.

Magni er sera virkin sum granskari og hevur millum annað staðið á odda fyri einari ítróttargranskingarverkætlan, har 80 kvinnur í aldrinum 35 til 50 ár, sum ikki íðkaðu nakran ítrótt, regluliga vórðu kannaðar.

Dómsnevndin legði eisini dent á, at Magni Mohr er sera virkin í almenna kjakinum, og at hann eisini hevur áhuga fyri gransking á øðrum økjum enn sínum egna. Hann dugir væl at skilja millum vísindaliga miðling av gransking og miðling til almenningin og er sera ágrýtin og virkisfúsur.

 

Umframt heiðursbræv fær Magni Mohr 5.000 kr.

Tey, sum áður hava fingið virðislønina eru:

2012: Dorete Bloch
2013: Pál Weihe
2014: Kári Sólstein
2015: Bogi Hansen
2017: Jens-Kjeld Jensen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585