Puigdemont til Føroya

Puigdemont til Føroya
Carles Puigdemont til kemur til Føroya fríggjadagin. Tað boðar fólkatingslimurin, Magni Arge, frá.
 
09.10.2018 - 12:57

Fyrrverandi forsetin í Katalonia fer at umboða Katalonia á ráðstevnu um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt, sum Tjóðveldi skipar fyri fríggjadagin.

Umframt Puigdemont koma Kenneth Gibson, tingmaður i skotska tjóðskaparflokkinum SNP, og leiðarin fyri fullveldisrørsluna í Ný Kaledonia, Daniel Goa, á somu ráðstevnu, sum verður í Norðurlandahúsinum í Havn fríggjadagin.

Carles Puigdemont vitjaði í Danmark í januar, tí lærdi háskúlin í Keypmannahavn hevði boðið honum á kjakfund. 

Tá nýtti fólkatingslimurin Magni Arge høvið at bjóða Puigdemont í Fólkatingið - og Puigdemont tók av. 

Magni Arge segði tá, tann 20. januar, at spurningurin um sjálvsavgerðarrætt er nakað, sum Føroyar og Katalonia hava í felag.

Nú hevur fyrrverandi forsetin í Katalonia tikið av innbjóðing um at koma til Føroya fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819