Hondbóltslandsliðið úttikið

11.10.2018 - 12:18
ÍtrótturHondbóltur
Hondbóltslandsliðið úttikið
Nú er greitt, hvussu føroyska manshondbóltslandsliðið verður mannað til dystirnar í EM-undankappingini móti Montenegro og Danmark í næstum.
Tróndur Kragesteen verður aftur á síggja í føroyska hópinum, tá Føroyar í næstum skulu spæla tveir dystir í EM-undankapping.
 

Venjarin Sonni Larsen hevur á tíðindafundi fyrrapartin kunngjørt liðið.

Málverjar vera Niklas Simonsen úr TMT Tønder og Nicholas Satchwell úr Neistanum. 

Vongspælarar vera Rói Berg Hansen úr FIF, Allan Norðberg úr KA, Nicklas Selvig úr TMS Ringsted og Sjúrður Olsen úr VÍF.

Strikuspælarar eru Helgi Hoydal úr Viking Stavanger, Rókur Akralíð úr Kyndli og Rógvi Dal Christiansen úr Kyndil.

Spælskiparar eru Jónas Djurhuus úr HØJ og Tróndur Kragesteen úr Neistanum.

Og bakkar eru: Peter Krogh, H71, Brandur Halgirsson, H71, Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF, Rúni Vest Højgaard, H71, Áki Egilsnes, KA og
Kjartan Johansen, Viking Stavanger.

Allan Norðberg verður við móti Montenegro, men ikki móti Danmark. Hans Eli Sigurbjørnsson verður við móti Danmark, men ikki móti Montenegro.

Montenegro verjur vanliga 3-2-1, og tá er tørvur á einum kvikum vongspælara sum Allani. Danmark hevur vanliga eina 6-0 verju, og tá verður tørvur á Hans Eli, sum er fimur í fótskiftinum og kann geva donsku verjuni avbjóðingar, sigur landsliðsvenjarin.

Báðir dystirnir vera á útivølli. Tann fyrri verður spældur í Montenegro mikudagin 24. oktober. Dysturin móti Danmark verður í Skjern leygardagin 27. oktober. Føroyar hava heimadyst móti dønum í Jyllandi, tí evropeiska hondbóltssamgongan EHF hevur kolldømt høllirnar í Føroyum til altjóða dystir.

Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 5. juli
Pápi mín og eg: Vanja og Victor
141841
Týsdag 5. juli
Summarmorgun 050722
141840
Týsdag 5. juli
Morgunlestur týsdagur 5. juli 2022
141653
Mánadag 4. juli
Summarmorgun 040722
141790
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. juli
3-2
141831
Fríggjadag 1. juli
Jól í tónleikinum
141718
Mánadag 27. juni
Úr savninum: Urtagarðurin 10:10
141574
Mánadag 27. juni
3-2
141573