Alivinnan sleppur undan tilfeingisgjaldinum

bannari
Alivinnan sleppur undan tilfeingisgjaldinum
Serliga skattanevndin, sum landsstýrið setti at gera skattanýskipan, mælir annars til at seta í gildi meginregluna um tilfeingisrentu á alivinnuna.
 
17.10.2018 - 13:11

Meðan landsstýrið áhaldandi arbeiðir fyri at áseta eina tilfeingisrentu fyri fiskivinnuna, so hevur landsstýrið slept ætlanini um at áseta tilfeingisrentu fyri alivinnuna.

Serliga skattanevndin, sum landsstýrið setti at gera eina skattanýskipan, mælir annars til at seta í gildi meginregluna um tilfeingisrentu á alivinnuna.

- Skipanin, sum Skattanevndin mælir til, er ov dýr fyri alivinnuna og ov tung at umsita, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

Vil broyta tøkugjaldið

Alivinnan skal kasta meira av sær til landskassan. Ítøkiliga 16,5 milliónir afturat, soleiðis at inntøkan frá sonevnda tøkugjaldinum verður 165 milliónir krónur næsta ár.

Tøkugjaldið er eitt gjald fyri framíhjárættin at brúka føroysku alifirðirnar.

Týsdagin fer løgtingið at viðgera uppskotið frá Poul Michelsen, sum varð lagt fram saman við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019. Tað snýr seg um at broyta tøkugjaldið, soleiðis at tað verður fimm prosent av marknaðarprísinum, tá hann fer uppum 36 krónur.

Hægsta tøkugjaldið í dag er 4,5 prosent, tá marknaðarprísurin fer upp um 27 krónur/kilo. Er prísurin á altjóða marknaðinum lægri, er prosentvísa tøkugjaldið eisini lægri. Er marknaðarprísurin lægri enn framleiðslukostnaðurin, er tøkugjaldið hálvt prosent.

Uppskotið hjá landsstýrismanninum er ein tillaging av verandi tøkugjaldi - ið sum nevnt skal geva nakrar milliónir afturat í landskassan, nú laksaprísurin er høgur.

Skattanevndin mælir til áseta tilfeingisrentu

Men hetta lógaruppskotið er samstundis langt frá tí, sum serfrøðin hjá landsstýrinum mælir til. 

1. desember í fjør lat serliga skattanevndin, ið landsstýrið setti at gera ein skattareform, úr hondum eina 150 síður drúgva frágreiðing um, hvussu skattaskipanin eigur at síggja út.

Skattanevndin mælir til at áseta eina tilfeingisrentu fyri alivinnuna. Tilfeingisrentan er staðfesti vinningurin, tá framleiðslukostnaðurin og vanligi vinningurin eru drigin frá umsetninginum. 

Tilfeingisrenta mest rættvísi mátin sambært skattanevndini

Hetta er sama meginregla, sum landsstýrið roynir at áseta fyri fiskivinnuna, og tað verður gjørt í lógarupppskotinum um veiðigjald, sum framvegis er til politiska viðgerð innanhýsis í samgonguni.

Fyri alivinnuna mælir Skattanevndin í síni frágreiðing til, at loyvisgjaldið verður 80 prosent av mettu tilfeingisrentuni. Tað vil siga, at tá vinnan hevur drigið framleiðslukostnaðin og ein vanligan vinning svarandi til seks prosent frá umsetninginum, so skulu 80 prosent rindast í skatti av restini.

Hetta er mest rættvísi mátin at áseta virðið á rættin at gagnnýta aliøkini - bæði tá laksaprísurin er lágur, og tá hann er høgur, heldur Skattanevndin.

Skattanevndin setir upp eitt dømi, sum tekur støði í roknskapunum hjá alifyritøkunum fyri 2016. Úrslitið er, at alivinnan eigur at rinda umleið 400 milliónir krónur um árið í loyvisgjaldi, um meginreglan við tilfeingisrentuni verður brúkt.

Landsstýrismaðurin er ósamdur við skattanevndini

Men landsstýrismaðurin í vinnumálum er ósamdur við tilmælið frá tí serfrøðinganevnd, sum landsstýrið setti.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið um at tillaga verandi tøkugjald skrivar Poul Michelsen, at eftir hansara tykki er tað ikki skilagott at loyvisgjaldið verður hækkað so nógv, sum skattanevndin mælir til. 

Og landsstýrismaðurin hevur eisini eina hugsan um mátan, sum Skattanevndin mælir til at brúka - tað vil siga meginregluna við tilfeingisrentuni. 

Poul Michelsen ger hesa niðurstøðuna:

- Mett verður, at bæði fyri alivinnu og fyri umsitingina av skipanini er eitt nýtslugjald/royalty ein einfaldari skipan enn eitt gjald á tilfeingisrentuna, sum er ein tung skipan at umsita.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010