Sámal Erik skal venja víkingarnar

Sámal Erik skal venja víkingarnar
Sámal Erik Hentze verður venjari hjá fótbóltsliðnum Víkingi næsta ár. Hesum boðaði felagið frá týskvøldið.
 
31.10.2018 - 09:14

Sámal Erik Hentze hevur verið venjari hjá felagnum áður, tað var í 2016 og 2017, tá felagið gjørdist Føroyameistari bæði árini.

Hann var venjari hjá NSÍ í kappingarárinum, sum endaði um vikuskiftið. NSÍ endaði nummar tvey í Effodeildini.

Víkingur hevur havt tveir venjarar í ár, teir vóru Maurice Ross og Sigfríður Clementsen. Ross var venjari til og við tíggjunda leikumfar, síðani tók Clementsen yvir og var venjari restina av kappingarárinum - og ja, frá næsta kappingaári at rokna eitur venjarin Sámal Erik Hentze.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585