Mangla kannabis í Kanada

01.11.2018 - 11:06
AktueltÚtheimurin
Mangla kannabis í Kanada
Fyri tveimum vikum síðani, tað var tann 17. oktober, bleiv tað lógligt at keypa kanabis kring alt landið, og nú er kannabis ein mangulvøra.
 

Fyri tveimum vikum síðani, tað var tann 17. oktober, bleiv tað lógligt at keypa kanabis kring alt landið. Men nú eru boðini úr fleiri búðum, at tey ikki megna at nøkta tørvin - tey hava rætt og slætt einki at selja fólki.

Fleiri miðlar skriva, at trupulleikin ikki er, at tey ikki megna at framleiða nóg mikið av kannabis, tí tað ber væl til. Fløskuhálsurin er neyðugu loyvini, sum framleiðararnir skulu hava.

Hetta hevur havt við sær, at fleiri, sum ætlaðu at keypa kannabis lógliga, hava gjørt greitt, at tey nú fara at keypa kannabis ólógliga, tí á svarta marknaðinum er tað til at fáa fatur á.

Í 2001 loyvdu tey í Kanada medisinskari nýtslu av kannabis, men frá 17. oktober var tað loyvt øllum myndugum at keypa kannabis. Millum annað fyri at fáa skipaði viðurskifti kring kanabis og minka um brotsverk í hesum sambandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. desember
Morgunlestur mánadagur 5. desember 2022
148408
Sunnudag 4. desember
Meg minnist (5:5)
148918
Sunnudag 4. desember
Bolero 4. desember 2022
148912
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 4. desember
Annar sunnudagur í advent
148927
Sunnudag 4. desember
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
148908
Fríggjadag 2. desember
Javnaðarflokkurin í Andglettinum
148751
Fríggjadag 2. desember
Miðflokkurin í Tinginum
148852