127 vóru við í lutakasti um 45 grundstykki

127 vóru við í lutakasti um 45 grundstykki
Øll, sum boðaðu frá áhuga, sluppu ikki við
Klingurstjørn er í býlinginum undir Kongavarða.
 
09.11.2018 - 07:12

127 fólk vóru við í lutakastinum í gjár um tey 45 grundstykkini við Klingurstjørn á Argjum.

Hetta er triðju ferð, at Tórshavnar kommuna lutar út grundøki eftir nýggju tilmeldingarskipanini.

Tveir uttanhýsis advokatar vóru til staðar at vitna og vátta, at alt gekk rætt fyri seg, sigur Tórshavnar kommuna.

Yvir 200 fólk meldaðu seg til lutakastið um tey 45 stykkini, men tá avtornaði vóru 127 við í lutakastinum.

Vantandi fígging

Nøkur sendu ikki kommununi váttan um fígging.

Onnur luku ikki aðrar treytir fyri at vera við í lutakastinum.

Til dømis kunnu pør bara vera skrásett sum ein luttakari í lutakastinum, sigur Tórshavnar kommuna.

Í august skrivaðu byggifelagið Articon og Tórshavnar kommuna undir sáttmála um gera grundstykkini við Klingurstjørn.

Arbeiðið skal verða liðugt 1.august næsta ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819