Almannveitingar skulu eisini geva eftirløn

Almannveitingar skulu eisini geva eftirløn
Lógarbroytingar kosta landinum milliónir, men kommunurnar fáa milliónir í skatti
Pensjónsnýskipanin gevur eisini eftirløn av almannaveitingum.
 
16.11.2018 - 07:15

Tríggjar lógarbroytingarnar fara at kosta landskassanum 10,4 mió. kr. næsta ár, men útreiðslan veksur so hvørt, sum eftirlønargjaldið veksur hvørt ár til 2026.

Men kommunurnar fáa fleiri pengar, tríggjar milliónir longu næsta ár, tí tær fáa skatt av pensiónsinntøkum.. 

Tá pensjónsnýskipanin varð samtykt, varð samstundis samtykt, at almannaveitingar, sum koma í staðin fyri løn, eisini koma undir eftirlønarlógina.

Tí hevur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, trý lógaruppskot í tinginum, sum skulu tryggja, at eftirlønargjaldið verður lagt aftur at veitingini, og veitingarnar hækka tí svarandi til eftirlønargjaldið. 

Trý lógaruppskot

Veitingarnar, sum lógaruppskotini fata um, eru forsorgarhjálp, uppihaldsveitingar til arbeiðsfremjandi tiltøk, lønarískoyti til tillagað starv og endurgjald fyri inntøkumiss til teirra, sum heima ansa børnum, sum bera brek.

Broytingarnar skulu koma í gildi á nýggjárinum. 

Eftirlønargjaldið næsta ár verður fimm prosent.

Gjaldið veksur eitt prosent um árið, og verður í 12 prosent 2026.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652