Semingsuppskotið er vrakað

bannari
Semingsuppskotið er vrakað
Verkfallið heldur fram og eingi undantøk verða givin.
Mynd: savnsmynd  
 
24.11.2018 - 14:09

Ljósmøðrafelagið hevur vrakað semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar, og sum teir skuldu taka støðu til klokkan hálvgun eitt.

Fíggjarmálaráðið góðtók tað, sum semingsmenninir løgdu á borðið.

Verkfallið stendur sostatt við og verður hert klokkan 15 í dag, tí tá verða eingi undantøk givin Føðideildini á Landssjúkrahúsinum.

Tvær jarðamøður eru komnar úr Danmark frá eini vikarskrivstovu, váttar sjúkrahússtjórin, og tær arbeiða tað, tær orka.

Yvirlæknarnir á Landssjúkrahúsinum eru á fundi við sjúkrahúsleiðsluna um støðuna.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858