Atkvøða um bergholini norður um Fjall

Atkvøða um bergholini norður um Fjall
Løgtingið skal í dag atkvøða um uppskotið hjá tingfólki í andstøðuni um bergholini í Borðoynni
Andstøðan ætlar, at Norðoyatunnilin skal fyrireika verkætlan um berghol í Borðoynni.
 
07.12.2018 - 07:38

Løgtingið skal í dag atkvøða um uppskotið hjá tingfólki í andstøðuni um bergholini í Borðoynni.

Samgonguflokkarnir og Sonja Jógvansdóttir í Rættarnevndini taka ikki undir við uppskotinum um. at Norðoyatunnilin skal fyrireika verkætlanina at gera berghol norður um Fjall, og mælir frá at samtykkja tað.

Meirilutin sigur, at ikki er skilagott at taka einstakar verkætlanir, sum longu eru raðfestar, burturúr   samferðsluætlanini hjá Landsverki, og fíggja tær við gjaldsvegum ella tunlum, sum tilvildarliga liggja nærindis.

Tað er eisini ein stór prinsipiell avgerð at leggja dýrar verkætlanir út um fíggjarlógina.

Landsgrannskoðanin hevur fleiri ferðir funnist at hesum leisti, tí íløgurnar hjá landskassanum vera ikki gjøgnumskygdar.

Meirilutin heldur, at skulu berghol norður um Fjall framskundast, er neyðugt, at Hvalbiartunnilin verður gjørdur sum skjótast.

Nevnir einki um fígging 

Andstøðulimirnir í Rættarnevndini taka undir við uppskotinum og mæla tinginum til at samtykkja tað.

Teir siga, at lógaruppskotið hevur einki við at gera, hvør fíggingarleistur verður brúktur, tá bergholin norður um Fjall verða gjørd.

Tá úrslitið av fyrireikingini og forprojekteringini fyriliggur, er ætlanin at koma við endaligum uppskoti í tingið.

So stendur tað til løgtingið at gera av, hvat loysnin verður, bæði viðvíkjandi fígging og linjuføring, siga andstøðuumboðini í Rættarnevndini.

Málið er fyrst á dagsskránni fyri tingfundin í dag, sum byrjar kl.10.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585