Astrup skal vitna í Eik-málinum

bannari
14.12.2018 - 11:11
AktueltPengar
Astrup skal vitna í Eik-málinum
Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi nevndarlimur í Eik vegna Fíggjarligt Støðufesti, verður millum vitnini, tá Eik-málið heldur fram eftir jól
 

Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi nevndarlimur í Eik vegna Fíggjarligt Støðufesti verður millum vitnini, tá málið ímóti leiðsluni í gamla Eik heldur fram eftir jól.

Í næstu viku halda avhoyringarnar av pørtunum í málinum fram, og verða eftir ætlan liðug áðrenn jól. 

Astrup skal vitna

Í januar mánað skal Jørn Astrup Hansen vitna í málinum móti leiðsluni í gamla Eik banka. 

Navnið á Jørn Astrup Hansen er longu nevnt fleiri ferðir undir avhoyringunum av fyrrverandi forstjóranum, Marner Jacobsen, sum tvíheldur, at bankin ongantíð skuldi verið steðgaður í sínum virksemi í 2010.

Í fleiri førum greiddi Marner Jacobsen frá, at pengarnir høvdu komið inn, um bankin fekk meira tíð, og inntøkurnar av íløgunum byrjaðu at koma aftur eftir fíggjarkreppuna. 

Ymsar áskoðanir

Men danska Fíggjareftirlitð, sum annars lat væl at í august 2010, broytti brádliga hugburð mótvegis bankanum, og eftir fáum viku komu boð frá ovastu rók at tvífalda niðurskrivingarnar, greiddi Marner Jacobsen frá undir avhoyringunum.

Harafturat, var tað Jørn Astrup Hansen, sum hevði boðað Fíggjareftirlitinum frá, at okkurt var galið í Eik, og tað var orsøkin til niðurskrivingarnar.  

Og tað er eingin loyna, at Jørn Astrup Hansen hevði eina aðra áskoðan av bankavirkseminum hjá Eik enn forstjórin í bankanum.

Metti talan var um ov hættisligar avgerðir

6. oktober - fáar dagar eftir at Fíggjarligt Støðufesti hevði yvirtikið allar skyldurnar hjá Eik, segði Jørn Astrup Hansen millum annað við útvarpið, at eftir hansara fatan var talan um eitt "handahóvsligt samanbrot".

Hann metti, at leiðslan hevði tikið ov nógvar skeivar avgerðir og gjørt ov hættisligar íløgur.  

At tað var hann, sum tippaði Fíggjareftirlitið, avdúkaði hann sjálvur í bókini "Astrup", sum kom út í 2017. 

Jørn Astrup Hansen sigur í bókini, at hann boðaði Fíggjareftirlitinum frá, tí hann visti, at bankin hevði so stórar íløgur útistandandi, at vandi var fyri, at bankin ikki fór at yvirliva eftir oktober 2010, tá Bankapakki 1 var gingin út. 

Harafturat hevði hann verið til at kanna bankraskrædlið í Íslandi í 2009, sum gav honum eina vitan um Eik og virksemið bankans, og eisini hevði hann gjøgnum Fíggjarligt Støðufesti sætið í Danska EBH Bank, tá hesin fór av knóranum í 2008. 

Sat eisini hinumegin borðið

EBH bank hevði tætt samband við Eik Grunnin um 8 handilsmiðstøðir í Týsklandi.

Sostatt sat Astrup eisini hinumegin borðið tá Eik keypti restina av lánunum hjá EBH í samstarvinum um tær 8 handilsmiðstøðirnar. Ein margháttilig støða nú Eik er stevnt fyri millum annað hetta engagementið, vildi sakførarin hjá Marneri Jacobsen vera við. 

Fleiri vitni innkallað

Tað er Fíggjarligt Støðufesti, sum hevur boðað rættinum frá at Jørn Astrup Hansen verður millum vitnini í málinum í januar og februar.

Harumframt kallar Fíggjarligt Støðufesti Boga Bendtsen, sum var leiðari av fíggjardeildini og sostatt hevur undirskrivað fleiri av lánunum, sum talan er um. Eisini Evi Jacobsen, sum umsat málið við teimum týsku samstørvunum, og sum er virkandi stjóri í Betri í dag, verður kallað. 

Sakførarirnir hjá teimum stevndu hava millum annað boðað frá, at teir fara at innkalla Jens Nielsen, sum umsat týsku verkætlanina fyri Eik, Valbjørn Dalsgarð og Høgna Lauritsen, sum stóð fyri byggingini undir Kongavarða saman við Valbjørn Dalsgarð.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. desember
Morgunlesturin mikumorgunin 11. desember 2019
102059
Týsdag 10. desember
Breddin
102050
Týsdag 10. desember
Góðan morgun Føroyar 10. desember 2019
102024
Týsdag 10. desember
Morgunlesturin týsmorgunin 10. desember 2019
102058
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. desember
Andakt við Marjuni í Kálvalíð
101975
Sunnudag 8. desember
Møti úr Nebo á Toftum
101977
Leygardag 7. desember
Úr savninum: Frætt & fregnað 11:12
101962
Leygardag 7. desember
Úr savninum: Matur og matgerð - røst riv
101961