Yvirgangsmaðurin skotin

Yvirgangsmaðurin skotin
Maðurin, sum skeyt frá hondum á einum jólamarknaði í Strasbourg týskvøldið, er nú skotin.
Chérif Chekatt varð í gjárkvøldið skotin av fronsku løgregluni, sum hava jagstrað yvirgangsmannin síðani týskvøldið.
 
14.12.2018 - 11:49

Franska løgreglan upplýsir, at 29 ára gamli maðurin, sum løgreglan hevur leiað eftir síðani týskvøldið, tá hann skjeyt frá hond á einum jólamarknaði í Strassbourg, er skotin og er deyður.

Síðani hendingina á jólamarknaðinum týskvøldið, hava 700 løgeglufólk jagstrað 29 ára gamla mannin.

Um níggjutíðina í gjárkvøldið, hildu nøkur løgreglufólk, at tey sóðu eftirlýsta mannin, og tá tey róptu á hann, vvendi hann sær á og skjeyt eftir teimum. Løgreglufólkini skutu aftur, og tey raktu mannin, sum doyði á staðnum.

Franska løgreglan kannar málið sum eitt yvirgansálop. 29 ára gamli maðurin var kendur av løgregluni, tí hann hevði fleiri dómar fyri ymisk brotsverk.

Tveir brøður hjá nú dripna manninum eru tiknir, skriva franskir miðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652