Fíggjarlógin samtykt

19.12.2018 - 22:33
AktueltPolitikkur
Fíggjarlógin samtykt
Fíggjarlógin fyri 2019 er samtykt eftir drúgva viðgerð
Seinastu dagarnir hava verið langir og tungir fyri samgonguleiðara og løgmann, Aksel V. Johannesen. Dagurin er tó ikki liðugur enn
 

Tað er eydnast samgognuni at fáa fíggjarlógina fyri 2019 samtykta við triðju og seinastu viðgerð. Atkvøtt var um eina røð av broytingaruppskotum frá bæði samgongu og andstøðu, vit hava ikki heilt yvirlit yvir øll enn, men endin var, at allir 33 løgtingslimir, sum siðvenja er, atkvøddu fyri fíggjarlógini. 

 

Misálit

Síðani var tingfundurin niðurlagdur i eitt korter, áðrenn løgtingið skal viðgera uppskotið um misálit á landsstýriskvinnuna við mentamálum. Tann tingfundurin byrjar klokkan 22:45 í kvøld 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. juli
Tingið verður sett
127016
Hósdag 29. juli
Guðstænasta úr Havnar kirkju.
127005
Mikudag 28. juli
Á ólavsøku
126992
Mikudag 28. juli
Video: 5mf gentur, ólavsøka 2021
126991
Mikudag 28. juli
Video: 10mf, ólavsøka 2021
126990