Íslendskt hoyggj til Noregs

Íslendskt hoyggj til Noregs
Bøndur á Vestfjørðum í Íslandi senda um jólini góðar 2.000 hoyballir til Noregs
Mynd: ruv.is  
 
25.12.2018 - 16:38

Í løtuni verða ballurnar fluttar umborð á farmaskip í Hólmavík.

Ragnar Bragason, bóndi við Heydalsá, sigur við íslendska kringvaprið, at hetta er kærkomið hjá norskum bóndum at fáa aftrat, og hann væntar, at eitt skip fer eisini við ballum einaferð í januar.

Hoyggingin í Noregi var vánalig í summar, tí øgiligur turkur var, og tí hava norskir bøndur søkt eftir hoyggi uttanlands til seyðin.

Bøndur á norðurlandinum í Íslandi hava sent góðar 30.000 hoyballir av landinum.

Eisini bøndur á Strøndum, í Reykhólasveit og við Ísafjarðardjúp á Vestfjørðum avgjørt at senda 2.000 hoyballir.

Bøndirnir fáa úr góðum 400 krónum upp í 560 krónur fyri ballina í okkara peningi, skrivar RUV.

Ragnar Bragason fegnast um møguleikan hjá seyðabøndum at forvinna peningin júst hesa ársins tíð, og at semja er um at senda annað skip til Noregs eisini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010