Manningarfeløgini samráðast saman

Manningarfeløgini samráðast saman
Vænta at semja fæst við Reiðarafelagið fyri farmaskip fyri 1. mars, tá verandi sáttmáli fer úr gildi.
 
17.01.2019 - 12:15

Manningarfeløgini, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag eru farin undir felags samráðingar um nýggjan sáttmála við Reiðarafelagið fyri farmaskip.

Tað er ikki hent seinastu 8 til 10 árini, at feløgini samráðast saman, men tað skal nú roynast aftur, tí talan er um nógv felags áhugamál, sigur formaðurin Føroya skipara- og navigatørfelag, Annfinnur Garðalíð.

Tey sum samráðast, eru reiðararnir og umboð fyri øll trý manningarfeløgini. Partarnir hava lagt krøvini fram, og tey trý manningarfeløgini løgdu hvørt sær síni krøv fram. Men í fleiri førum eru felags áhugamál, sum kunnu loysast undir einum.

Partarnir hava avtalað at hava fýra samráðingarfundir, og partarnir vóna at finna eina semju, áðrenn sáttmálin fer úr gildi 1. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652