Mál um arbeiðsvanlukku latið fútanum

21.01.2019 - 13:41
AktueltSamfelag
Mál um arbeiðsvanlukku latið fútanum
Arbeiðseftirlitið hevur latið ákæruvaldinum málið um eina arbeiðsvanlukku, sum hendi á Tvøroyri í fjør summar
Arbeiðseftirlitið er nú liðugt við at kanna, hví ein 56 ára gamal maður lat lív í einari arbeiðsvanlukku á Varðanum Pelagic á Tvøroyri 21. juni í fjør
 

Arbeiðseftirlitið er nú liðugt við at kanna, hví ein 56 ára gamal maður lat lív í einari arbeiðsvanlukku á Varðanum Pelagic á Tvøroyri 21. juni í fjør.

Hóast Arbeiðseftirlitið er liðugt við sín part, er enn óvissa um ymisk viðurskifti, sum hava við arbeiðsvanlukkuna á Tvøroyri at gera.

Arbeiðseftirlitið latið ákæruvaldinum málið

- Vit hava kannað viðurskiftini (kring vanlukkuna, red.) nærri, og eru liðug við okkara part. Tað sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðseftirlitinum, við útvarpið.

Arbeiðseftirlitið hevur nú latið fútanum frágreiðingina um arbeiðsvanlukkuna á Tvøroyri. Tað er gjørt, tí ákæruvaldið nú skal taka støðu til, um nakar kann revsast í málinum.

- Vit hava biðið um ein fund við fútan, fyri at fáa greiði á, um grundarlag er fyri einum revsirættarmáli, har "onkur" kann revsast, sigur stjórin á Arbeiðseftirlitinum.

SÍ EISINI Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

Leivur Persson vil ikki koma nærri inn á, hví Arbeiðseftirlitið nú hevur valt at lata fútanum málið um arbeiðsvanlukkuna á Varðanum Pelagic at taka støðu til.

- Onkur ivamál eru, sum gera, at vit saman koma at hyggja nærri at umstøðunum við arbeiðsvanlukkuni, sigur stjórin á Arbeiðseftirlitinum.

Kann ikki siga so nógv

Tá talan er um minni álvarsom arbeiðsóhapp, kann Arbeiðseftirlitið av sínum eintingum revsa við einari sekt. Tá talan er um álvarsamar arbeiðsvanlukkur, skulu mál latast ákæruvaldinum at taka støðu til. Metir ákæruvaldið, at nakað revsivert er farið fram, verða mál fyrireikað og latin rættinum.

- Spurningurin er, hvussu grovt brotið á arbeiðs- og umhvørvislógina er í júst hesum førinum. Tað skal fútin nú taka støðu til, sigur Leivur Persson, stjóri í Arbeiðseftirlitinum, í samrøðu við útvarpið.

Meira kann hann í løtuni ikki siga orsakað av tagnarskylduni. Arbeiðsvanlukkan á Varðanum Pelagic á Tvøroyri hendi 21. juni í fjør, tá arbeiði, við at byggja uppaftur virkið eftir eldsbruna, var í gongd.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Miskunnarleysir dagar í Hamburg
111045
Leygardag 11. juli
Føroyingar álopnir úr luftini
111275
Fríggjadag 10. juli
Góðan morgun Føroyar 10.07.2020
111236
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Video: 5mf kvinnur, Fjarðastevna 2020
111285
Leygardag 11. juli
Video: 10mf, Fjarðastevna 2020
111283
Leygardag 11. juli
Video: 8mf, Fjarðastevna 2020
111281
Leygardag 11. juli
Video: 6mf menn, Fjarðastevna 2020
111280