Landsgrannskoðarin skal endavenda byggigøluna

bannari
Landsgrannskoðarin skal endavenda byggigøluna
Løgtingsgrannskoðararnir hava nú sett Landsgrannskoðaran at gera eina kanning av stóru byggigøluni í Marknagili
Nú er landsgrannskoðarin sett at gera enn eina kanning av skúlabyggingini í Marknagili
Mynd: savnsmynd  
 
23.01.2019 - 16:20

Landsgrannskoðarin skal nú fáa greiðu á, hvat er gingið galið við skúlabyggingini í Marknagili og hví.

Jónleif Johannesen er formaður hjá Løgtingsgrannskoðarunum, og hann sigur við útvarpið, at kanningin er so mikið stór, at hann væntar, at hon fer at lýsa málið út í æsir.

Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at Landsgrannskoðarin kannar Landsverk við atliti at skúlabyggingini í Marknagili.

Tað gjørdi Beinta Dam eisini í 2016, og tann kanningin varð liðug í januar 2017.

Har vóru nógvar atfinningar, sum vórðu latnar løgtinginum.

Ein var um bygnaðin og ábyrgdarbýtið, altso at Samferðslumálaráðið og Mentamálaráðið bæði hava ábyrgd av Landsverki við atliti at skúlabyggingini í Marknagili. Landsgrannskoðarin skrivar í 2016:

"Ein óheppin støða kann taka seg upp, skuldi tað hent, at Mentamálaráðið og Samferðslumálaráðið gerast ósamd um leiklutin hjá Landsverki, ella um Landsverk ikki livir upp til væntanirnar hjá Mentamálaráðnum".

Í síðstu viku metti Landsverk, at ógoldnar rokningar eru fyri einar 30 milliónir krónur, men hvussu stór eykarokningin verður, er ógreitt.

- Óvissan snýr seg um, hvørt tað koma fleiri rokningar, skrivaði fyribilsstjórin á Landsverki, Árant Andriasson í viðmerking til Kringvarpið í gjár.  

- Eitt annað, sum ger seg galdandi er, at vit hava samskifti í gongd við nakrar av veitarunum, har ósemja er um støddina á ávísum rokningum. Hetta eru orsøkirnar til, at tað ikki ber til at siga, hvør møguliga meirupphæddin verður, men tað verður væntandi greitt í næstum, skrivaði fyribilsstjórin á Landsverki í gjár. 

Landsgrannskoðarin fer nú at kanna Landsverk, Samferðslumálaráðið, Mentamálaráðið og Fíggjarmálaráðið.

Og tað fer at taka einar tveir mánaðir at fáa nýggju kanningina gjørda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819