Tvøroyrar kommuna meira inn í skatti

Tvøroyrar kommuna meira inn í skatti
Góða gongdin í Tvøroyrar Kommunu hekdur fram. Fólkatalið veksur og av tí eisini bústaðareftirspurningurin. Hetta stendur á heimasíðuni hjá kommununi
Tað gongur væl á Tvøroyri
 
09.02.2019 - 13:53

Góða gongdin sæst eisini aftur í skattatølunum fyri januar 2019. Tvøroyrar Kommuna hevði eina inntøku áljóðandi 4.909.218 krónur í januar 2019, í mun til 4.255.945 krónur í januar 2018. Vøksturin er 653.273 krónur, ella heili 15,35%.

Ein munandi vøkstur í inntøkunum, hóast januar var fyrsti mánaði, har skattaprosentið var 20,9%. Kommunan samtykti í fjør, at skattaprosentið skuldi setast niður úr 21,9%, niður á 20,9%, galdandi frá 1. januar 2019.

Ein av orsøkunum til, at vøksturin er so stórur, ikki bara á Tvøroyri, er uttan iva tann, at Varðin Pelagic er farið í gongd aftur. Fólk úr allari oynni arbeiða á Varðanum Pelagic. 

Barnafrádrátturin í Tvøroyrar Kommunu er tann hægsti í oynni og ímillum teir hægstu í landinum – 7.000 krónur, eins og í Porkeris og Fámjins Kommunu. Bara seks kommunur í Føroyum hava hægri barnafrádrátt enn á Tvøroyri.

Sum heild eru skattatølini fyri allar kommunurnar í oynni sera positiv og í øllum kommunum er vøkstur í inntøkunum, hóast munur er á hvussu stórur vøksturin er.  Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu

Skattainntøkurnar í kommununum í Suðuroynni í januar 2019, sambært heimasíðuni hjá Taks.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964