Val í Spania í dag

Val í Spania í dag
Spaniólar hava í dag sítt triðja val í fýra ár
 
28.04.2019 - 12:06

Í dag er aftur val í Spania, og valið hesaferð fer eftir øllum at døma at elva til eina greiða sundurskiljing millum høgra og vinstra.

Eftir eitt spent valstríð við trupulleikum um tjóðarsamleika og javnstøðu, er sannlíkt, at tað fer at taka vikur ella mánaðir at skipa eina samgongu í Spania, skrivar Reuters. 

Eingin hevur meiriluta

Fimm flokkar hava møguleika at sleppa í landsstýrið, men ósemjurnar eru so nógvar, so tað verður trupult at finna eina avtalu millum flokkarnar.

Eingin flokkur sær út til at fáa meiriluta, men sosialistiski flokkurin hjá undanfarna forsetanum, Pedro Zanches, fær flest tingfólk, men konservativi flokkurin, Vox Party, sær eisini út til at fáa nógv tingfólk. 

Triðja valið í fýra ár
Valhølini lótu upp kl. 9.00 spanska tíð, og tey lata aftur kl. 20.00 í kvøld.

Hetta er triðja valið í Spania í fýra ár, og hvørt val hevur elvt til størri politiskan ruðuleika. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858