Bara ein umsøkjari skikkaður

Bara ein umsøkjari skikkaður
Bara ein av 10 umsøkjarum var skikkaður til starvið sum stjóri á Landsverki, sigur formaðurin í setanarbólkinum
 
31.05.2019 - 15:37

Setanarbólkurin sum mikudagin kom við tilmæli um nýggjan stjóra til Landsverk, instillaði bara ein persónin til starvið, tí setanarbólkurin metti, at bert tann eini umsøkjarin kundi innstillast til stjórastarvi á Landsverk.

Tað sigur Rúni Joensen, aðalstjóri í Samferðsslumálaráðnum, sum var formaður í setanarbólkinum. 

Hann sigur, at tað var ein samdur setanarbólkur, sum kom við tilmælinum, og viðkomandi, sum tey mæltu til at seta, var væl skikkaður til uppgávuna. 

Men landsstýrismaðurin í Samferðlumálum hevur gjørt av at søkja eftir stjóra av nýggjum, tí hann metti at ein innstilling var ov lítið. Men tað hevur onki við innstillaða persónin at gera, segði Heðin Mortensen, landsstýrismaður í Samferðlumálum við útvarpið mikudagin.

Landsverk hevur havt fyribilsleiðslu síðan desember í fjør, tá Ewald Kjølbro varð koyrdur úr starvi eftir byggigøluna í Marknagili.

10 umsóknir vóru til stjórastarvið hjá Landsverki. 

Nú verður starvið lýst leyst av nýggjum - hesa ferð verður tað eisini lýst leyst uttanlands.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585