Eik-málið: Dómur fellur helst í oktober

bannari
Eik-málið: Dómur fellur helst í oktober
Sakarmálið móti leiðsluni í gamla Eik er nú liðugt viðgjørt. Dómur fellur væntandi 31. oktober
 
06.06.2019 - 18:03

Stevningin av fyrrverandi leiðsluni í Eik, sum varð latin inn 13. september í 2012, er tódnað fleiri ferðir. 

Í november í 2018, tá dómur fall í Landsrættinum í málinum ímóti leiðsluni í danska bankanum, slepti Fíggjarligt Støðufesti stevningini mótvegis uttanhýsis granskoðaranum, Hans Laksá. 

Somuleiðis varð meiri yvirskipaða stevningin av leiðsluni, fyri at hava sett 1,26 milliardir í danska bankan, slept.

Í mai í ár datt enn ein partur av málinum burtur; málið um spekulatiónsbyggingina Rømø Golf og Wellness-Center umframt ein partur av málinum um Sydporten.

Stevnd eftir 150 milliónum

Fyrrverandi leiðslan í Eik er stevnd eftir 150 milliónum krónum. Broytingarnar í málinum merkja, at rætturin skal taka støðu til fýra ítøkilig sokallað "engagement":

• Valbjørn Dalsgarð, sum bankin misti 88 milliónir uppá.

• Sydporten sum bankin misti 157 milliónir uppá.

• FDI, sum eru tær átta týsku handilsmiðstøðirnar, og sum var størsta tapið hjá bankanum. Har misti bankin 204 milliónir.

• Harumframt til IRE, ið snýr seg um 20 milliónir til eitt týskt íløgufelag og sum Marner Jacobsen einsamallur er stevndur fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887